Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.04.2023 22:58

Víkingur Reykjavík og Gunnar eru fremst

Mynd: Fótbólti.net

Tað gjørdist eitt gott kvøld hjá Gunnari Vatnhamar og Víkingur Reykjavík. Gunnar byrjaði sín fyrsta landskappingardyst fyri nýggja felag sítt og var við til at vinna ein sannførandi 3-0 sigur á KR. Víkingur Reykjavík liggur nú fremst við fullum stigatalið eftir tríggjar dystir, og hevur ikki latið nakað mál ígjøgnum.

Gunnar byrjaði á miðvøllinum, men í 36 minutti var hann fluttur aftur í miðverjuna, tá sviin Oliver Ekroth var noyddur út við skaða.

Næsti dystur hjá Víkingur Reykjavík er á heimavølli leygardagin 29. apríl tá teir taka ímóti KA.