Tað er stuttligt og spennandi at verða víkingur í hesum døgum.
Í annaðkvøld skulu mennirnir hjá Víkingi spæla Conference League dyst móti FK Liepāja, og tá er møguleiki fyri at heimssøga verður skrivað, tá ið feðgarnir, Atli Gregersen og Árni Nóa Atlasson kunnu blíva søguligir.
Sambært, IFHHS, altjóða fótbóltssøgufrøðinga og fótbóltshagtalsfelagsskapinum, so kann eitt serligt met í altjóða fótbólti setast í morgin.
Spæla báðir og eru á vøllinun í senn, so er talan um dyst nr. 36 hjá teimum báðum í almennum dystum fyri besta liðið, og tað er heimsmet.
Gamla metið er 35 dystir har feðgar hava leikt saman.
Tað sum eisini er sermerkt fyri felagið í Eysturkommunu, er, at bæði besta liðið hjá monnum og besta liðið hjá kvinnum bæði liggja nummar eitt í bestu deildini og hava pápa og son, og mammu og dóttir á liðnum.
Atli Gregersen og sonurin Árni Nóa Atlason venja dagliga saman í Sarpugerði. Og hava gjørt í eina tíð.
Atli er skrásettur fyri heili 441 landskappingardystir og 29 europæiskar dystir. Og hevur hann eisini verið liðskipari í nógv ár.
Meðan Árni Nóa er ein av ungu evnaríku leikarunum sum felagið hevur uppalt, og sum er skrásettur fyri at hava leikt 31 landskappingardystir. Meðan hann enn bíðar eftir at fáa debut í europæisku kappingini.
Og á kvinnuliðnum er tað so Maibritt Olsen, mamman sum eisini er liðskipari hjá kvinnunum sum hava tikið øll á bóli í ár, sum við sínum í alt 218 landslappingardystum er ein av mest royndu leikarunum á liðnum.
Meðan dótturin, Eydna Olsen Dalheim, er eitt av stjørnuskotunum hjá víkingakvinnunum og er hon skrásett at hava leikt 31 landskappingardystir higartil fyri tær ljósabláu í Eysturkommunu.
Stuðlað umrøðuni hjá Víkingi í Conference League hava:
Eysturkommuna
ETV – Sp/f El-Talvuvirkið
Autolakkering
Stoyp Sp/f
TN Bygging
Kontek Sp/f
Víkingur
Deil á Facebook