Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.11.2026 22:42

Inga Beder fyllir 100 ár í dag

Løgmaður, Beinir Johannesen, heilsaði uppá føðingardagsbarnið. Mynd: Eyp.fo

Í dag, 19. november, fyllir Inga Frida Johanna Beder í Fuglafirði 100 ár.

Í sambandi við føðingardagin hevði hon boðið familju, vinum og kenningum at hátíðarhalda dagin saman við sær í kirkjukjallaranum í Fuglafjarðar kirkju frá kl. 16 til 19.

Inga vaks upp við Kráir í Vági. Foreldur hennara vóru Thomasia og Jákup Pauli Midjord, og hon var næstelst av átta systkjum.

Á ungum árum hitti hon vágbingin Torkil Beder, sum tá las gudfrøði í Danmark. Tey giftust nýggjársdag í 1949, og summarið sama ár flutti Inga til Keypmannahavnar.

Tá ið Torkil var liðugur við lesturin í 1954, fluttu tey heim til Føroya og komu til Viðareiðis sum prestahjún. Tvey ár seinni, í 1956, fluttu tey til Fuglafjarðar, har tey búsettust.

Inga og Torkil fingu fýra børn. Páll varð føddur í Keypmannahavn í 1953, Tordis á Viðareiði í 1955 og Heini og Johan í Fuglafirði í ávikavist 1957 og 1962.

Eysturoyarportalurin ynskir Ingu hjartaliga tillukku við 100 ára føðingardegnum.