Sjóvar kommuna
Sjóvar kommuna er sambært Hagstovu Føroya tann kommunan í Føroyum, sum hevur størstan fólkavøkstur. Tað er ein gongd vit fegnast um. Fleiri borgarar skapa meira lív, fleiri møguleikar og eitt sterkari lokalsamfelag. Men vøksturin krevur eisini, at kommunan er framskygd og megnar at skapa karmar fyri framtíðina.
Hetta vóna vit sæst aftur í fíggjarætlanini fyri 2027.
Við fíggjarætlanini hevur kommunustýrið lagt eina kós, har bæði stórar framtíðaríløgur verða gjørdar, samstundis sum vit halda fast í at menna grundleggjandi tænastur. Ítróttur og trivnaður, bústaðir, vinnulív, skúli, umhvørvi og viðlíkahald eru millum økini, sum verða raðfest á fíggjarætlanini.
Størsta einstaka verkætlanin er nýggja ítróttarhøllin, men fíggjarætlanin rúmar eisini fleiri øðrum íløgum, sum skulu gera Sjóvar kommunu til eitt enn betri stað at búgva, virka og trívast í.
Niðanfyri kanst tú lesa meira um nakrar av størstu íløgunum og átøkunum í 2027.
Ítróttarhøll
Fyrireikingarnar til nýggju ítróttarhøllina ganga væl. Verkætlanin varð boðin út í oktober 2026, og eftir ætlan verða uppskot og tilboð latin kommununi um mánaðarskiftið januar/februar 2027.
Ein nýggj ítróttarhøll fer at geva ítróttar-, mentanar- og frítíðarlívinum í kommununi heilt nýggjar møguleikar, har feløg og borgarar fáa betri karmar at íðka, mennast og savnast.
Høllin verður bygd sunnan fyri bygdahúsið og verður knýtt í bygdahúsið. Hetta gevur góðar møguleikar fyri fjølbroyttari nýtslu av bæði høll og bygdahúsi. Saman við øðrum virksemi og hentleikum í økinum er málið at skapa ein sterkan og livandi depil fyri ítrótt, mentan og trivna.
Ítróttarhøllin verður ein stór íløga, sum fer at síggjast aftur í fíggjarætlanunum næstu árini, men við vaksandi inntøkum og skilagóðari fíggjarstýring er ætlanin samstundis at skapa rúm fyri øðrum neyðugum íløgum.
Bústaðarmøguleikar
Eysturoyartunnilin hevur havt sína stóru ávirkan á fólkavøksturin í kommununi. Men ein týðandi fortreyt fyri vøkstrinum er eisini, at kommunan í fleiri ár hevur arbeitt miðvíst við at útvega grundstykki og skapa nýggjar bústaðarmøguleikar.
Hendan framskygda kósin heldur fram. Kommunan er longu farin undir at útstykkja fleiri grundstykki, og í fíggjarætlanini fyri 2027 er peningur settur av at gera arbeiðið liðugt.
Harumframt er øki sett av til eina størri íbúðarverkætlan, sum vónandi eisini verður sett í gongd í 2027.
Vinnuøkið á Hulki
Arbeiðið at betra um umstøðurnar á Hulki gongur væl. Vegurin oman á Hulk er breiðkaður og tillagaður vaksandi virkseminum í økinum.
Arbeiðið við at gera bryggjukant millum verandi bryggjur er eisini komið væl áleiðis, hóast verkætlanin í løtuni er nakað seinkað orsakað av vantandi loyvum.
Stór menning hevur verið á Hulki seinastu árini, og nógv virksemi er bæði á landi og sjógvi. Økið er væl egnað til vinnuligt virksemi, og vinnuligir aktørar hava stóran áhuga í at menna virksemið enn meir. Tí hevur kommunan eisini ein týðandi leiklut í at skapa góðar og framtíðartryggjaðar karmar, so jaliga gongdin kann halda fram.
Á fíggjarætlanini fyri 2027 er peningur settur av til at gera arbeiðið við at knýta bryggjurnar saman liðugt, umframt til aðrar smærri ábøtur í økinum.
Nýtt rusk- og endurnýtslupláss
Verandi ruskpláss á Hulki lýkur ikki longur tey krøv, sum verða sett til eitt nútímans rusk- og endurnýtslupláss.
Tí er peningur settur av á fíggjarætlanini fyri 2027 til at gera eitt nýtt og tíðarhóskandi rusk- og endurnýtslupláss.
Nýggja rusk- og endurnýtsluplássið er ein liður í umhvørvisætlanini, sum kommunustýrið samtykti fyrr í ár, og skal vera við til at skapa betri og meira framtíðartryggar loysnir fyri borgarar og umhvørvi.
Stranda skúli
Stórar ábøtur eru gjørdar á skúlan seinnu árini. Í 2027 er peningur settur av til at skifta takið á svimjihylinum og fimleikarhøllini.
Tá hetta arbeiðið er liðugt, hevur allur eldri parturin av skúlanum fingið eina munandi dagføring uttan.
Næsta stig verður at halda fram við dagføringini innan. Hetta arbeiðið er longu farið í gongd, og ætlanin er at økja um ferðina á hesum arbeiði komandi árini.
Bygdahúsið
Virksemið í bygdahúsinum er vaksið munandi seinnu árini. Lítli salur varð dagførdur fyri nøkrum árum síðani og hevur síðan verið karmur um nógv og fjølbroytt virksemi.
Í fíggjarætlanini fyri 2027 er peningur settur av at betra um WC-viðurskiftini í húsinum. Í hesum sambandi verður eisini dentur lagdur á at betra atkomuna og umstøðurnar hjá fólki við rørslutarni.
Roðin
Sjóvar kommuna samstarvar við Runavíkar- og Nes kommunur um heimatænastu, eldrarøkt og aðrar tænastur á økinum í Roðanum.
Í 2027 skulu nakrar útbyggingar og umvælingar gerast, og peningur er settur av í fíggjarætlanini til at fíggja partin hjá Sjóvar kommunu av hesum arbeiði.
Strandatún 4
Sjóvar kommuna keypti matrikul nr. 47 við ástandandi húsi í 2025.
Arbeitt verður við einari ætlan fyri, hvørjum virksemi og endamáli ognin skal tæna, og væntandi verður endalig avgerð tikin í 2027.
Peningur er settur av í fíggjarætlanini til at viðlíkahalda og dagføra húsið, soleiðis at tað kann tillagast tí virksemi, ið valt verður.
Rakstur og viðlíkahald
Umframt størru íløgurnar verður framhaldandi dentur lagdur á góðan rakstur og regluligt viðlíkahald av kommunalum ognum og økjum.
Kommunan fer at raðfesta viðlíkahald av bygningum, bryggjum, vegum, gøtum og øðrum kommunalum økjum, so umstøðurnar eru tryggar og í góðum standi.
Í 2027 fevnir hetta millum annað um størri játtan til fríðkan, tí ætlanin er at seta kommunalan gartnara, størri fokus á rottutýning, viðlíkahald av lendingum, arbeiði í kirkjugarðinum á Selatrað, kloakkviðurskifti til vinnuøkið Innan Glyvur, grótkast við bátahylin í Heygsstøð, asfaltering v.m.
Lyklatøl á fíggjarætlanini:
Inntøkur: kr. 87.755.300
Útreiðslur: kr. 72.089.700
Rentur/rentustuðul: kr. 4.375.800
Avlop rakstur: kr. 11.289.800
Íløgur: kr. 26.952.100
Hall eftir íløgur: kr. 15.662.300 (sum verður fíggjað við lántøku)
Avdráttir: 5.409.400
Skattaprosent: 21 %
Barnafrádráttur: kr. 9.000
Skattaprosentið verður óbroytt og barnafrádrátturin økist við kr. 1.000, úr kr. 8.000 upp í kr. 9.000.