Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.11.2026 19:43

IOC-limaskapur: Nú liggur bólturin hjá okkum

Mynd: Løgmansskrivstovan

Løgmansskrivstovan

ÍSF boðaði í dag frá, at IOC sýtir fyri, at føroysku hondbóltslandsliðini sleppa at luttaka í olympiskum kappingum í 2028. Orsøkin er ikki ítróttalig. Tað er núverandi ríkisrættarliga støða, sum forðar. Løgmaður, Beinir Johannesen, hevur nú kallað øll forfólkini á fund at umrøða, hvussu flokkarnir í felag koma víðari.

– Hetta er púra greitt. Tað er eingin vegur uttanum, og vit kunnu ikki longur peika eftir øðrum. Nú liggur bólturin hjá okkum, sigur løgmaður.

Øll eru samd um limaskap í IOC

Øll politiska skipanin er samd um, at Føroyar skulu hava limaskap í IOC. Málið stendur eisini í samgonguskjalinum.

Løgmaður leggur tó dent á, at limaskapur í IOC bert er ein lítil partur av orsøkini til at broyta verandi ríkisrættarligu karmar. Verandi karmar geva ikki Føroyum tær uttanríkispolitisku heimildir, ið eru neyðugar.

– Hetta er staðfest ferð eftir ferð og er eisini niðurfelt í samgonguskjalið. Skal eg gera mína skyldu sum løgmaður, er neyðugt hjá mær at taka hvørt orð í samgonguskjalinum í fullum álvara, sigur løgmaður.

Fundur við øll forfólkini

Løgmaður hevur í dag kallað øll forfólkini í politisku flokkunum á fund í næstum. Har skulu flokkarnir umrøða, hvussu teir í felag koma víðari.

– Mítt mál er at finna eina loysn millum allar flokkar, sigur løgmaður.