Tað er í kvøld at Víkingur skal aftur í eldin, tá returdysturin er á skránni, eftir at teir vóru í Belgia í síðstu viku har teir løgdu rygg til eitt 4-1 tap á Planet Group Arena í Ghent.
Tá gjørdist munurin til endans ov stórur, tó eftir at víkingar fyrst høvdu loyptu hvøkk á vertirnar við at leggja seg á odda 1-0 í 13 minutti. Og tað kundi eisini verðið enn betur um málið hjá Arnbjørn Svennson slapp at standa, men dømdi dómarin tíðanverri fríspark fyri okkurt sum hendi aðrastaðni á vøllinum.
Belgiska liðið var væl fyri og sást tað eisini týðuliga, at hetta vóru leikarir sum leiktu nøkur stig hægri enn vit her í Føroyum eru von við.
KAA Gent er sambært veddingarfyritøkunum stórfavorittur at vinna kvøldsins dyst, og eisini sostatt at koma víðari. Tískil verður tað ein trupul uppgáva sum liðið úr Eysturkommunu skal royna at loysa í kvøld.
Sum skilst eru allir mans hjá Víkingi tøkir og hevur høvuðsvenjarin, Jóhan Petur Poulsen, nógvar møguleikar at velja ímillum.
Dysturin verður leiktur í Djúpumýru í Klaksvík og byrjar kl. 19.00.
Atgongumerkir til dystin kunnu keypast her: https://www.atgongumerki.fo
Stuðlað umrøðuni hjá Víkingi í Conference League hava:
Eysturkommuna
Stoyp Sp/f
TN Bygging
Deil á Facebook