Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.02.2023 22:20

Víkingur hevur havt aðalfund

Mynd: Víkingur

Í kvøld 13. februar var árligi aðalfundurin hjá Víkingi.

Formaðurin Brandur Jacobsen greiddi frá gongdini í felagnum – bæði bygnaðarliga og ítróttaliga.

Roknskapurin var lagdur fram og góðkendur.

Tríggir nevndarlimir stóðu fyri valið; Brandur Jacobsen, Elin Vatnhamar Olsen og Jeffri Olsen. Tey stillaðu øll uppaftur og vóru afturvald.

Ólavur Thomsen, næstformaður, hevði ynski um at sleppa úr nevndini og fyri hann bleiv Petur Asbjørn Lervig úr Leirvík valdur.

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg soleiðis:

Brandur Jacobsen, formaður

Hanna Erlingsdóttir Olsen, næstforkvinna

Elin Vatnhamar Olsen, skrivari

Jeffri Olsen, nevndarlimur

Jákup Poulsen, nevndarlimur

Petur Asbjørn Lervig, nevndarlimur