Mynd: Víkingur (Ingi Argrímsson, Brandur Jacobsen og Árni Nóa Atlason)
Víkingur boðar frá í kvøld, at felagið hevur gjørt 2 ára sáttmálar við Inga Arngrímsson og Árna Nóa Atlason.
Felagið skrivar soleiðis:
Ingi, sum gerst 17 ár í februar, er úr Syðrugøtu, og hevur leikt við okkara 1. deildarliðið, síðani hann fekk aldur til vaksmannafótbólt í fjør. Hann er høgrabeintur og spælir fyri tað mesta í miðverjuni. Ingi hevur verið fastur á U-landsliðunum og hevur eisini verið liðformaður í onkrum dystum.
Árni Nóa, sum júst er blivin 17 ár, er eisini úr Gøtu og hevur, eins og Ingi, spælt við okkara 1. deildarliðið, umframt at hava fingið sínar fyrstu minuttir á Betri liðnum. Árni Nóa er høgrabeintur og miðvallari og hevur hann eisini verið fastur á U17 landsliðnum.
Tveir ungir og evnaríkir spælarar, sum vit síggja fram til at fylgja í framtíðini.
