Mynd: Víkingur.fo
Hann gjørdi tað. 36 ára gamli leirvíkingurin Sølvi Vatnhamar, skeyt flest mál í Betrideildini í ár, og gjørdist tískil toppskjútti við heili 20 málum.
Hetta gjørdi hann í kapping, serliga við KÍ leikararnir Jóannes Bjartalíð og Páll Klettskarð, sum skutu ávíkavist 17 og 18 mál.
Hetta er fyrstu ferð at Sølvi Vatnhamar vinnur “gullskógvin”. Áðrenn hevur hann tó t.d. vunnið “Ársins leikari” í bæði 2016 og 2017, harvið tvey meistaraheitið og fleiri steypasigrar fyri Víking.
Sølvi hevur leikt 356 dystir í Betrideildini, allar fyri Víking, og skotið 116 mál.
Deil á Facebook