Dagar og nøvn í álmanakkanum
Sakeus, doyði umleið 116. Í elsta listanum yvir biskupar í Jerúsalem verður nevndur ein Sakeus, sum er tann fjórði í tí biskupatalinum, men annars ókendur. Summir halda tó, at her verður sipað til yvirtollaran Sakeus (Luk. 19, 1-6).
Hundadagarnir enda.
Navnið merkir reinur ella sakleysur.
Dagar og nøvn í álmanakkanum, Axel Tórgarð