Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.08.2026 09:41

Veðurlagspolitikkur sum symbolpolitisk moral-terapi

Sámal Sunnudag

[K]limagranskarar um allan heim ávara um, at vit kunnu vera á veg ímóti einari vanlukku, um vit ikki fremja grøna orkuskiftið sum skjótast. Eisini vita vit, at brenning av koli, olju og gassi er høvuðsorsøkin til upphitingina. Kortini tosa vit um at byggja eina nýggja føroyska vinnu á júst tí brennievni, sum hevur skapt trupulleikan. Tað er eitt sindur sum at seta fleiri kranar frá, tí kjallarin stendur undir í vatni. Ella skulu vit siga: koyra bensin á bálið?

Soleiðis skrivaði Jón Kragesteen, formaður í FNU (Føroya Náttúru- og Umhvørvisverndarfelag) miðskeiðis í august. Eg eri púra samdur við honum í, at tað sær krunkasvart út fyri framtíðar-veðurlagið, men eitt orðatak sigur, at “Vegurin til Helvitis er steinsettur við góðum ætlanum”, og soleiðis er eisini við veðurlagspolitikki. “Góðar meiningar” og “góður vilji” skorta ikki, men einki úrslit  sæst. CO2-útlátið økist alsamt, og globala upphitingin økist alsamt. 

Les meira: Veðurlagspolitikkur sum symbolpolitisk moral-terapi

Spjaldur