Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.07.2024 14:35

(Video) Løgreglan vildi ikki forða “sláturmanninum”

Provokerandi atburð. Tað var tað, sum hesi fólkini hjá Paul Watson foundation komu við á sandinum í Syðrugøtu tíðliga í morgun.

Serliga var tað sokallaði “sláturmaðurin” sum fekk ilt í fólk.

Løgreglan upplýsir fyri Eysturoyarportalinum, at umhvørvisfólkini/aktivistarnir hava loyvið at verða til staðar á sandinum um tey ikki forða ella blanda seg uppí grindadrápið, men bert taka myndir og video.

Víðari sigur løgreglan, at um hesi fólkini skulu vekk av staðnum, so skulu øll vekk ella blakast út av økinum, eisini føroyingarnir sum eru til staðar. Og tað ber jú ikki til.

Hóast eina ávísa misnøgd frá bygdafólkinum og grindafólkinum á staðnum, so gjørdi løgreglan einki við “málið”.