Myndir: Nes kommuna/borgarstjórin, umsjónarmaðurin og formaðurin í B68.
Venjingarrúmið á Svangaskarði er opið aftur. Seinastu tíðina er venjingarrúmið umvælt og víðkað, eins og nýggj amboð eru keypt. Hetta skrivar Nes kommuna á heimasíðu síni.
Víðari skrivar heimasíðan, at nú seinnapartin varð seinasta hond løgd á verkið, og frá í kvøld er møguleiki aftur at venja. Og eisini koma nøkur amboð afturat í januar.



