Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.03.2023 12:19

Venjarin hjá Breiðablik heldur nógv av Klæminti

Mynd: Breiðablik

Seinastu tíðina hava ymiskir miðlar, serliga íslendskir, sett spurnartekin við “keypið” av føroyska áleyparinum Klæmint A. Olsen og um hansara mangul uppá spælitíð í seinastu venjingardystunum.

Íslendski miðilin Fótbólta.net umrøddi Klæmint A. Olsen í útvarpssending nýligani, har vertirnir setti spurningin, hví Breiðablik hevði keypt leikarin og hvat ætlanir vóru við honum hetta kappingarárið. Spurningurin var settur til sjálvan venjarin hjá Breiðablik, Óskar Hrafn Þorvaldsson.

Óskar Hrafn Þorvaldsson segði, at orsøkin til, at Breiðablik hevði lánt Klæmint, var serliga hansara stóru royndir sum leikari – bæði á landsliðinum, har hann hevur skotið 10 A-landsliðsmál og sum toppskjútti í føroyskum fótbólti. Eisini legði hann áherðslu á, at eingin av hansara núverandi leikarum í Breiðablik hevði skotið 7 mál í evropæiskum dystum, nakað sum Klæmint hevur gjørt gjøgnum árini.

Oskar segði eisini, at Klæmint er fallin væl inn, og hevur gjørt tað gott síðani hann kom. Hann hevur gjørt tað, at hinir áleyparnir hava verið noyddir at kýtt seg eyka nógv, fyri ikki at missa plássið. Og so hevur Klæmint eisini verið óførur, at lært frá sær, hesa stuttu tíðina hann hevur verið í felagnum.

Klæmint verður ikki dømdur um hvussu nógv mál hann fer at skjóta fyri okkum, men heldur hvat hann kann geva liðnum. Klæmint hevur nógvar góðar eginleikar og hevur passa væl inn í hópin. Hann hevur eisini hjálpt at gjørt huglagið gott í hópinum til venjing, segði venjarin.

Venjarin legði afturat, at tað er ikki nemt hjá einum familjumanni, sum hevur alt sítt lív hevur búð í Runavík, at flyta til eitt nýtt land og til eitt nýtt umhvørvi, uttan konu og børn. Felagið veit, at tað tílíkt tekur tíð at venja seg við.

Eg eri ikki í iva um, at Klæmint fer at hjálpa okkum og liðnum. Hann blívur betur dag fyri dag og hansara tíð fer at koma. Fólk skulu minnast til, at hann kom til Íslands í vánaligari venjingarstøðu. Kappingin í Føroyum endaði í november og tískil var hann ikki í góðari venjing. Men hann hevur vant hart og vit síggja stór framstig hvønn dag.

Vit vita hvørjar styrkirnar hjá Klæminti eru. Hann er ikki ein sum kann føra bóltin upp eftir vøllinum ella renna kapp við verjuleikarar. Hann er bestur inni í brotsteiginum. Tá er hann vandamikil. So hann er ein, sum vit hava brúk fyri, bæði til venjing og til dystir. Og eg ivist ikki eina løtu í, at hann fer at avgerða dystir fyri okkum í ár, segði Óskar Hrafn Þorvaldsson at enda til íslendska miðilin.