Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.01.2025 21:24

Vegurin stongdur omanfyri Norðskála

Dagført kl. 22:00

Landsverk gevst fyri í kvøld at rudda vegirnar og byrjar aftur kl. 05 í morgin árini. Vegurin er stongdur frá rundkoyringini omanfyri Norðskála og oman til Magnstøðina við Streymin. Fleiri áarlop eru í kvøld millum Effostøðina og Leynatunnulin, og har er nógv vatn á vegnum. Stórur hylur er á landsvegnum omanfyri Skála og nógv vatn er á landsvegnum, í Søldarfirði, við Magnstøðina í Gøtudali og við Gravarbø á Norðoyararvegnum. Vit vilja mæla fólki frá at koyra á Oyndarfjarðarvegnum. Tað er ikki koyrandi eftir Selatraðarvegnum har verður grivið aftur kl. 07:00 í morgin og Elduvíkarvegnum kl.07:30. Bilførarar mugu vísa størsta varsemi tá koyrt verður millum bygdir.

Eisini er sera nógv vatn á vegum í Søldarfirið í kvøld. Sí video:

Video: Fía á Hvítabrúgv