Tíðindaskriv/Firum
Hækkandi vatnstøða ella hækkandi sjóvarmáli er ein ítøkilig avleiðing av veðurlagsbroytingunum. Við havmyndlinum FarCoast, sum Firum hevur ment, vísa útrokningar at miðalvatnstøðan í Føroyum heilt inni við land er vaksin við umleið 2,9 mm um árið tíðarskeiðið 1999 til 2023. Hetta er eitt sindur lægri enn globala hækkandi vatnstøðan, sum er 3,7 mm/ár sama tíðarskeið. Høvuðsorsøkirnar til hækkandi vatnstøðuna eru at feskt vatn, sum stavar frá bráðnandi ísi á landi legst afturat høvunum umframt at sjógvurin hitnar og víðkast í rúmd.

Myndin vísir broytingar í vatnstøðuni tíðarskeiðið frá 1999 til 2023. Útrokningar aftanfyri eru gjørdar við havmyndlinum FarCoast
Útrokningar sambært seinastu IPCC frágreiðing vísa, at sannlíkt er at vatnstøðan í Føroyum í 2100 verður millum 38 og 68 cm hægri enn hon er í dag.
Útrokningarnar av broytingunum í vatnstøðuni í Føroyum vórðu lagdar fram á Veðurlagsdegnum 2025 og eru partur av arbeiðinum, sum ein føroyskur arbeiðsbólkur, ið er mannaður av umboðum frá Umhvørvisstovuni, Havstovuni, Jarðfeingi, Tjóðsavninum, Landsverki, Hagstovu Føroya, Firum, Fróðskaparsetur Føroya og Veðurstovu Føroya, hevur gjørt í sambandi við tilmæli, ið er sent til lands- og kommunalar myndugleikar og ráðgevarar.
Framløgan um hækkandi vatnstøðu kann lesast her
Veðurlagsdagurin

Í næstu viku verður árligi veðurlagsdagurin í Kongshøll hósdagin 23. apríl 2026, frá kl. 13.00 til kl. 16.00. Tilber at lesa meiri um skránna fyri dagin og tilmelding á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni her
Um FarCoast
Havmyndilin FarCoast, sum er brúktur at gera útrokningar fyri vatnstøðuna í Føroyum er mentur á Firum. Orsøkin til, at Firum hevur ment havmyndilin, er fyrst og fremst, at hava eitt amboð, sum kann kann geva okkum vitan um týðandi viðurskiftir á firðunum, sum hava týdning fyri alivinnuna.
Við FarCoast kenna vit rákið kring Føroyar, á firðunum og hvussu sjógvur ferðast millum firðirnar. Við støði í FarCoast havmyndilinum ber eisini til at menna aðrar myndlar, sum kunnu vísa hvussu bitlar í sjónum ferðast. Hetta eru bitlar sum skarn frá alifiski, lús, bakteriur, virus, tari ella spillvatn frá virkjum og kommunum.
