Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.09.2026 08:16

Veðrið: Týsdagin 8. september

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til mikudagin á middegi.

Lot til frískan vind av útnyrðingi, sum út á fyrrapartin líðandi hækkar upp í norðan, 5 til 10 m/s, tó í støðum í løtum upp í strúk, 13 m/s. Skýggjað, í støðum tám og okkurt ælið, men sum frálíður skiftandi skýloft. Hitin 7 til 11 stig.
Seinnapartin lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, tó í støðum í løtum upp í strúk, 13 m/s. Skýggjað ella hálvskýggjað, yvirhøvur turt, og tað verður heldur kaldari. 
Í kvøld framvegis lot til frískan vind, sum líðandi lækkar úr norðan niður í vestan, og í nátt niður í útsynning, 5 til 10 m/s. Hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 4 til 8 stig, í erva niður í 2 stig.
Fyrrapartin í morgin lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s. Smá ella hálvskýggjað, turt, og tað verður aftur lýggjari, hitin 6 til 12 stig.

Sólarris: 06:33 Sólsetur: 20:14