Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.09.2026 07:26

Veðrið: Týsdagin 22. september

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til mikudagin á middegi.

Frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s, serliga norðanfyri. Í kvøld minkar vindurin niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Fyrst samdrigið og regn, men sum frá líður smáskýggjað og bert okkurt æl. Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s. Hálv- ella smáskýggjað og ælaveður. Hitin 7 til 12 stig.

Sólarris: 07:09 Sólsetur: 19:28