Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til mikudagin á middegi.
Lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s, sum frá líður veksur upp í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Skýggjað við sólglottum og einstøk æl. Í kvøld frískan vind upp í strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Í nátt minkandi vindur. Samdrigið og regn. Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, sum frá líður sunnan. Skýggjað og ælaveður. Hitin millum 7 og 12 stig.
Sólarris: 03:32 Sólsetur: 23:22
