Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi mánadagin.
Frískt lot til frískan vind millum norðan og útnyrðing, 5 til 10 m/s, vaksandi til frískan vind upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Skýggjað og ælaveður, í støðum regn. Út á kvøldið minkar hann vindin niður í frískan vind til strúk í vindi, 8 til 13 m/s, hálvskýggjað og bert okkurt ælið.
Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, sólglottar og yvirhøvur turt. Hitin alt samdøgrið 8 til 12 stig.
Sólarris: 05:12 Sólsetur: 21:50