Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi fram til á middegi mánadagin.
Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, samdrigið og regn. Tá líður á fyrrapartin slítur í. Út á seinnapartin gongur hann niður í sunnan og veksur upp í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, smá- ella hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Í kvøld minkar vindurin niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, og í nátt niður í lítið lot, minni enn 5 m/s. Hitin 8 til 12 stig.
Sólarris: 03:42 Sólsetur: 23:09
