Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til mánadagin á middegi.
Frískur vindur upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s. Skiftandi skýloft og fyrst regn, men sum frá líður bert einstøk æl. Í kvøld minkar vindurin niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, áðrenn hann í nátt veksur upp í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s. Tað dregur á luftina og sum frá líður fer at regna. Fyrrapartin í morgin skrið ella stormur av útsynningi, 18 til 23 m/s, í støðum upp í hvassan storm 25 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin 7 til 12 stig.
Sólarris: 07:40 Sólsetur: 18:49