Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.08.2026 10:29

Veðrið: Sunnudagin 2. august

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til mánadagin á middegi.

Frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Móti ættini samdrigið og ælaveður ella driv, undan ættini skýggjað, sólglottar, og bert okkurt ælið. Sum frálíður heldur klárari, longri millum ælini og fleiri sólglottar.
Í kvøld minkar vindurin til lot til frískt lot, framvegis av útnyrðingi, 3 til 8 m/s. Móti ættini skýggjað, undan ættini hálvskýggjað. Í kvøld ælaveður, mest norðanfyri, men annars yvirhøvur turt.
Hitin 8 til 11 stig.

Sólarris: 04:53 Sólsetur: 22:11