Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.07.2026 10:33

Veðrið: Mikudagin 29. juli

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til hósdagin á middegi.

Frískur vindur upp í hvassan vind millum norðan og útnyrðing, 10 til 15 m/s, men sum frálíður minkar til frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður, sum frálíður longri millum ælini. 

Seinnapartin frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, sum frálíður lækkar niður í vestan, 5 til 10 m/s. Skiftandi skýloft, sólglottar, og ælaveður, mest norðanfyri. 

Í kvøld og í nátt lot til frískt lot vestan, sum frálíður hækkar upp í útnyrðing, 3 til 8 m/s. Skiftandi skýloft, sólglottar og okkurt ælið, mest har ættin liggur at landi.

Fyrrapartin í morgin lítið lot av útnyrðingni, minni enn 5 m/s. Skýggjað og yvirhøvur turt.

Hitin um dagin 8 til 11 stig, í nátt niður í 6 stig.

Sólarris: 04:41 Sólsetur: 22:23