Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til hósdagin á middegi.
Lítið lot av útnyrðingi, sum fyrrapartin lækkar niður í sunnan, minni enn 5 m/s. Skýggjað ella hálvskýggjað, og yvirhøvur turt. Hitin 4 til 10 stig.
Seinnapartin veksur vindurin so líðandi til frískan vind upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s. Tað dregur á luftina til samdrigið, og seint seinnapartin fer at regna.
Í kvøld frískur vindur upp í hvassan vind millum sunnan og landsynning, 10 til 15 m/s. Samdrigið og regn.
Um miðunáttarleitið minkar hann vindin niður til frískt lot til frískan vind, og støkkur vesturum til útsynning eitt skiftið, og lækkar síðani niður aftur í sunnan, 5 til 10 m/s. Skýggjað, og sum frálíður slítur í.
Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s. Skiftandi skýloft, sólglottar og ælaveður. Hitin 8 til 12 stig.
Sólarris: 06:53 Sólsetur: 19:48