Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi týsdagin.
Lítið lot av útnyrðingi, minni enn 5 m/s, skýggjað ella hálvskýggjað, sólglottar og bert okkurt ælið. Seinnapartin hálvskýggjað, sólglottar og yvirhøvur turt. Í kvøld lítið lot norðan, minni enn 5 m/s. Í nátt av landnyrðingi og sum frá líður skýggjað. Sum frá líður fyrrapartin í morgin lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 6 til 11 stig, í nátt niður í 2 stig í støðum.
Sólarris: 04:55 Sólsetur: 22:08