Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi týsdagin.
Lítið lot vestan, minni enn 5 m/s, hálvskýggjað við sólglottum og turt. Tá líður á fyrrapartin gongur hann niður í útsynning, og tað dregur á luftina. Seinnapartin frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, samdrigið og regn. Í kvøld støkkur hann vesturum og minkar vindin niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, samdrigið og ælaveður. Í nátt frískur vindur upp í strúk vestan, 8 til 13 m/s, hálvskýggjað og ælaveður. Fyrrapartin í morgin minkar hann niður í lítið lot, minni enn 5 m/s, smá- ella hálvskýggjað við sólglottum, men eisini okkurt ælið í støðum. Hitin í morgun og seinnapartin úr frostmarkinum upp í 5 stig; í kvøld og frameftir 4 til 9 stig.
Sólarris: 04:43 Sólsetur: 22:04
