Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.10.2026 09:29

Veðrið: Leygardagin 3. oktober

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til sunnudagin á middegi.

Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, sum frá líður veksur upp í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s. Í kvøld veksur vindurin upp í frískan vind upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s. Skiftandi skýloft og yvirhøvur turt, men út á seinnapartin dregur á luftina og tað fer at regna, í nátt fer at regna illa. Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s. Skiftandi skýloft og fyrst regn, men sum frá líður bert einstøk æl. Hitin 6 til 11 stig.

Sólarris: 07:38 Sólsetur: 18:52