Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi fram til á middegi sunnudagin.
Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og okkurt æl. Seinnapartin gongur hann niður í sunnan og veksur vindin upp í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s. Í kvøld frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, samdrigið og regn. Í nátt sum frá líður okkurt ælið. Hitin 7 til 11 stig.
Sólarris: 07:19 Sólsetur: 19:15