Veðurstova Føroya
Á ferð kring landið at savna inn vitan um staðveðrið, hava vit eisini gjørt samrøðu við heimildarfólk í Koltri, hvussu veðrið er øllum ættum. Hetta var 45. samrøðan, sum er gjørd. Ætlanin er at gera samrøðu í øllum støðum í landinum.

Koltur er brimpláss og liggur næstan einsamøll í havinum, og allar ættir sleppa framat onkrastaðni á oynni. Streymoy og Vágar verja ímóti høg- og eysturættunum. Hinar ættirnar koma til oynna ótarnaðar ella næstan ótarnaðar.
Yvirhøvur eru høgættirnar góðar. Úr útnyrðingi til landnyrðing og niður í eystan er ofta kyrt og gott veður – men kalt. Er ælaveður við regni ella kava, hongur tað ofta fast í høgu fjøllunum í Streymoynni og kemur ikki um fjørðin.
Lítið er av kava. Er hann høgur, og tað er kalt, verður hvítt, men tað fýkur skjótt vekk. Skalvar leggjast ikki.
Á lágætt er ofta vátt – mjørki ella regn. Tá kann eisini vera nógv brim, og glaður eru á fjørðinum.
Á lágum útsynningi er vindurin ójavnur Heimi í Húsi, og har er tyrlupallurin. Fer vindferðin upp um frískan vind, er ikki lendandi hjá tyrluni.
Vesturættin er vanliga góð til vind, men liggur hon leingi um veturin, hevur hon ókyrru við sær. Tað brýtur báðumegin oynna, vestanbrim og eystanbrim, og óløgini kunnu koma langt niðan í grasið.
Fyri at fáa meiri at vita um veðrið á øllum ættum í Koltri setti undirritaði seg í samband við Sjúrð í Koltri og Sørin Djurhuus.
Sjúrður er føddur og uppvaksin í Koltri. Hann er bóndasonur og hevur frá barnsbeini verið við til alt, bæði á sjógvi og landi, í bakkanum og bjørgunum. Sørin Djurhuus er ættaður úr Søldarfirði, men hann búði nøkur ár í Koltri í uppvøkstrinum og tók lut í øllum dagligum virksemi í Koltri.
Teir bjóðaðu okkum út í Koltur at gera samrøðu um staðveðrið.
Avrit av samrøðuni, sum varð gjørd Norðuri í Gerði finst á heimasíðuni hjá Veðurstovuni. Niðast á forsíðuni eru snarslóðirnar, farið undir Staðveður og blaða niður til Koltur.
Góðan lesihug.