Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.10.2026 08:16

Veðrið: Hósdagin 22. oktober

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til fríggjadagin á middegi.

Frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, minkandi niður í lítið lot, minni enn 5 m/s. Skýggjað og okkurt ælið. Fyrrapartin sum frálíður skiftandi skýloft, sólglottar og okkurt ælið. Seint seinnapartin og í kvøld eitt skiftið ælaveður ella regn. 
Í nátt lítið lot, vestan, sum frálíður lækkar hann niður í sunnan, minni enn 5 m/s. Skiftandi skýloft og bert hendinga ælið, men móti morgni dregur á luftina.
Fyrrapartin í morgin veksur vindurin so líðandi til frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, skýggjað og ælaveður, men sum frálíður samdrigið og regn. 
Hitin 6 til 10 stig, í nátt niður í 3 stig.

Sólarris: 08:29 Sólsetur: 17:51