Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til fríggjadagin á middegi.
Frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, sum í kvøld fer í útnyrðing og minkar niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Skýggjað við sólglottum og okkurt ælið, í støðum driv ella mjørki. Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s. Skýggjað við sólglottum og yvirhøvur turt, í støðum driv ella mjørki. Hitin 6 til 11 stig.
Sólarris: 05:42 Sólsetur: 21:16