Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.10.2026 08:20

Veðrið: Hósdagin 1. oktober

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi fríggjadagin.

Frískur vindur upp í hvassan vind sunnan, 10 til 15 m/s, smáskýggjað og okkurt ælið. Seinnapartin minkar vindurin niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Í nátt frískur vindur upp í strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, skýggjað og regn, í støðum grovt regn. Móti morgni støkkur hann vesturum í útsynning og minkar niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Fyrrapartin lítið lot sunnan, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft, skýggjað, ælaveður við grovum ælum í støðum. Hitin 9 til 13 stig, í nátt niður í 7 stig.

Sólarris: 07:32 Sólsetur: 18:58