Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi leygardagin.
Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, í kvøld minkandi niður í lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Sólglottar og yvirhøvur turt, í støðum vestanfyri okkurt hendinga ælið.
Fyrrapartin í morgin veksur hann vindin til frískan vind upp í strúk eystan, 8 til 13 m/s. Tað verður samdrigið og sum frá líður regn sunnaneftir. Hitin alt samdøgrið 9 til 14 stig.
Sólarris: 03:34 Sólsetur: 23:24
