Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til leygardagin á middegi.
Strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s, tó í støðum í erva upp móti storm, 23 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður.
Fyrrapartin minkar vindurin sum frálíður til frískan vind upp í hvassan vind, framvegis av útsynningi, 10 til 15 m/s. Skiftandi skýloft, sólglottar og okkurt ælið.
Í kvøld minkar til frískan vind upp í strúk, framvegis av útsynningi, 8 til 13 m/s. Tá dregur á luftina til skýggjað og sum frálíður ælaveður ella regn. Fyrrapartin í morgin aftur skiftandi skýloft, sólglottar og okkurt ælið.
Hitin 8 til 12 stig.
Sólarris: 07:17 Sólsetur: 19:18