Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi leygardagin.
Frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Út á fyrrapartin smá- ella hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Út á seinnapartin frískur vindur upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, hálvskýggjað og turt. Í kvøld ádrigið og okkurt ælið. Í nátt gongur hann niður í sunnan og minkar vindin niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, samdrigið og regn. Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í strúk vestan, 8 til 13 m/s, hálvskýggjað og okkurt ælið. Hitin 9 til 13 stig.
Sólarris: 06:40 Sólsetur: 20:04