Mynd: Eysturoyaportalurin
Veðurforsøgninar vóru ikki tær bestu upp undir dagsins dystir – og tær hildu eisini stikk. Veðrið bleiv líka vánaligt sum spátt var. Og tá klokkan nærkaðist 17.00, so var tað sera vátt og kalt í Sarpugerði, og heimaliðið stóð eftir við 0 stigum, bæði so og so.
Undan dystinum millum Víking og B36, so vóru tað fleiri, sum mettu at Víkingur var favorittur ímóti einum B36 liðið, sum av serfrøðingum ikki verður mett at koma at kappast um meistarheitið ella topp 3.
Men tað skuldi vísa seg, at B36´arnir vóru knáðir og vóru grammari og neyvari á næstan øllum plássum í dag, tá eisini landsliðsvenjarin Håkan Ericson sat millum áskoðarunum.
Møguliga var tað fyrsti dystur í kappingarárinum og skullu liðini líka til at finna seg til rættis, men víkingaleikarnir vóru als ikki á sama støðið sum í fjør. Teir funnu ikki røttu loysnirnar frammi á vøllinum, vunnu ikki nærdystirnar, samstundis sum at teir ofta tyktust at renna aftaná.
Ein av frágreiðingunum kann sjálvandi verða, at tveir av lyklaleikarunum ikki eru við longur – Noah Mneney og Bárður Jóghvanson Hansen, tvær leikarar sum vóru ógvuliga týðandi í fjør, og tí tekur tað tíð at spæla nýggjar leikarar inn á tey plássini.
Ikki ein byrjan sum Víkingur hevði vænta ella vóna. Komandi dystir eru eisini torførir – báðir á útivølli, fyrst ímóti B68, áðrenn leiðin gongur í Gundadal har HB tekur ímóti. Síðani verður ein landsliðssteðgur.
Liðið hjá Víkingi: Bárður á Reynatrøð – Aron J. Ellingsgaard, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Ingi Jonhardsson – Arnbjørn Svensson, Árni Nóa Atlason, Geza Turi, Olaf Bárðarson – Sølvi Vatnhamar, Andreas Lava Olsen
Hesir komu inn: Jákup Johansen (53 min), Martin Klein (53 min), Bergur Gregersen (53 min), Finnur Justinussen (75 min) og Poul Kallsberg (75 min)
Víkingur – B36 0-3 (0-1)
30′ Bjarki Nielsen 0-1
48′ Magnus Egilsson 0-2
72′ Taufee Skandari 0-3
