Mynd: Eysturoyarportalurin
Landsverk sigur í morgun, at tað er hált um alt landið, tað er koyrandi frá Havn til Vágarnar. Tað er koyrandi frá Klaksvík til Havnar ígjøgnum Eysturoyartunnulin.
Tað er ikki koyrandi á Vestmannavegnum,Saksunarvegnum, Eiðisvegnum, Funningsfjarðarvegnum,Elduvíkarvegnum,Oyndarfjarðarvegnum og millum Hvannasund og Viðareiði.
Tað er ikki koyrandi vestanfyri Norðskálatunnulin. Tað er ikki koyrandi á Oyggjarvegnum. Tað er ikki koyrandi á Fámjinsvegnum.
Tað er ikki koyrandi á Sandoynni. Tað er komið rættuliga nógvur kavi niður í nátt og tað eru ring koyrilíkindir til nógvar bygdir sum maskinurnar ikki er komnar fram til at grava enn.
Deil á Facebook