Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.03.2023 11:37

Vánalig koyrilíkindi í løtuni

Mynd: Gjáarskarð (Landsverk)

Turrur vegur og næstan grønur bøur, soleiðis var fyrr í morgun. Men nú eftir at ta fór at kava, so eru koyrilíkindini blivin vánalig ymsastaðni kring landið.

Landsverk boðar frá, at koyrilíkindini eru sera vánalig á Gjáarvegnum, og Oyndafjarðarvegnum í løtuni. Tað er sera nógv jarðrok. Eisini ávarar Landsverk, at tað er hált um alt landið og bilførarar mugu ansa sær.

Tað er ikki koyrandi á Kunoyarvegnum í løtuni.