Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.02.2023 08:25

Vakur morgunroði í morgun

Mynd: Eysturoyarportalurin

Tað var óivað vakurt hjá fleiri at vakna til morgunroðan í morgun. Hóast at hann ikki var so leingi á luftini, so var tað vakurt, so leingi tað vardi.

Hvat hetta sigur um veðrið er ilt at siga, men Sprotin sigur soleiðis um morgunroðan: tá ið morgunroði fer í havið, kemur regn, men kemur hann vestur á luftina, verður gott veður.

Annars sigur føroyska veðurstovan um veðrið í dag:

Vestan, seinni útsynningur, lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, skýggjað og turt og hitin millum frostmarkið og 5 stig. Sum frá líður regn av útsynningi og hann veksur um vindin út á seinnapartinum til frískur vindur upp í hvassan vind áleið sunnan, 10 til 15 m/s . Í kvøld minkar hann vindin niður í frískan vind til strúkur í vindi av útsynningi-sunnan, 8 til 13 m/s. Sum heild minni regn, tó framvegis okkurt ælið ella driv í støðum, og tað verður lýggjari, millum 4 og 8 stig. Fyrrapartin í morgin, frískur vindur upp í hvassan vind av útsynningi-sunnan, 10 til 15 m/s, seinni vestan, samdrigið og regn vestaneftir og hitin millum 3 og 8 stig.