Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.04.2026 09:24

Útróðrarbátur bóðu um sleip

Savnsmynd (Eysturoyarportalurin)

Bæði í gjár og í nátt hevur verið brúk fyri bjargingarbátunum, hjá ávíkavist, Rescue Ziska og Rescue Vón.

Seinnapartin í gjár fekk ein útróðarbátur trupuleikar við motorinum. Hann var tá staddur 9 fjórðingar norður úr Kallinum. Rescue Vón var sendur eftir honum og sleipaði hann inn til Eiðis.

Og í nátt fekk ein útróðrarbátur trupuleikar við motorinum, tá ið hann var staddur ein landnorðing úr Fugloynni. Rescue Ziska var sendur eftir honum og sleipaði hann inn á Hvannasund.

Spjaldur