Mynd: Arne Flatin
Jann Benjaminsen og Hødd IL vunnu 1-0 tann 24. september og samstundis hildu fast um oddasessin í PostNord ligaen.
Jann var við frá byrjan og var skiftur út i 88 minutti, fyri at spara hann til komandi dyst, tí hann manglaði bara eitt gult, so hevur hann leikbann. Og júst næsti dystur er ein sokallaður topp-dystur, tí tá bresta nr 1. Hødd IL og nr 2. Ullensaker/Kisa saman.
Hødd IL hevur 51 stig meðan Ullensaker/Kisa hevur 49 stig. Bæði hava leikt 22 dystir.
Dysturin verður leiktur 2. oktober á heimavøllinum hjá Ullensaker/Kisa.
Deil á Facebook