Á býráðsfundi í Eysturkommunu í morgin, hósdagin 29. februar, verður málið um, Útbygging av læknamiðstøðin í Gøtudali, fyri.
Sum skilst so er full undirtøka í býráðnum fyri málinum.
Heilsutrygd setti ein lækna afturat í læknadøminum fyri eini tíð síðani. Og tað er í tí ljósinum, at tørvur er á meira plássi. Og vil Eysturkommuna hava sínar borgarar, sum í løtuni ganga til lækna í Fuglafirði, at teir aftur kunnu sleppa til læknamiðstøðina í Gøtu.
Eysturkommuna hevur í rúma tíð víst á fyri Heilsutrygd og Heilsumálaráðið, at kommunan byggir út tann dagin tørvur er á tí. Og tað er tað, sum býráðið nú skal taka endaliga støðu til.
Nú er tekningin liðug, og kommunan hevur fingið tilboð, sum væntandi verður samtykt hósdagin. Harvið víðkar Eysturkommuna um læknaviðtaluhølini við meira enn tvífalt so nógvum fermetrum, Meðan ein tiltrongd endurnýggjan eftir ætlan verður gjørd í næstum.
Tað er Teknistovan í Gøtu sum hevur tekna og gjørt uppskot til útbygging, Meðan Articon skal gera arbeiðið.
Væntandi verður útbyggingin liðug um árskifti 2024/2025.
