Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.10.2026 23:09

Rescue Vón sleipaði línubát til Eiðis

Mynd: Eiðis Bjargingarfelag

Í morgun fekk MRCC Tórshavn boð frá skiparanum á einum línubáti, sum var staddur norður úr Barinum, at hann hevði brúk fyri hjálp. Báturin hevði fingið okkurt um skrúvuna og hevði tørv á sleipi.

Rescue Vón varð kallaður út og fór til hjálpar. Vón sleipaði línubátin trygt inn til Eiðis.

Túrurin tók tilsamans fimm tímar og 20 minuttir.

Mynd: Eiðis Bjargingarfelag