Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.11.2022 17:43

Úr Fólkaflokkinum uppí Framsókn

Mynd: Sólvit E. Nolsø

Hettar boðar Sølvit E. Nolsø frá í dag

FRAMHALDANDI AT FREMJA POLITIKK

“Hvat hendir nú, havi eg ikki tikið støðu til” – segði eg fyri nøkrum døgum síðan.

Nú havi eg tikið støðu. Eg verði at finna á listanum hjá Framsókn á løgtingsvalinum áttanda desember.

Formellu viðurskiftini eru avgreidd og nú er klárt.

Tað eru fleiri, sum kanska undrast og tað eru fleiri spurningar, sum stinga seg upp í samband við eitt floksskifti. Tað skilji eg væl og tað er júst tað, sum hevur upptikið meg mest hesar seinastu dagarnar. Hvar er trúvirði í einum floksskifti, sum hendir so knappliga?

Nú eru skjótt tvey ár síðan. eg aftur fór at arbeiða í politikki. Seinasta góða árið sum landsstýrismaður. Eg veit, at har eru stór tøk, sum skulu takast politiskt og tað er framvegis ein eldhugi og politiskur neisti, sum fær meg at halda fram. Fær meg at vilja verða við at finna tær góðu politisku loysnirnar.

Men hví Framsókn? Seinastu dagarnar havi eg havt nógvar og drúgvar samrøður við leiðsluna í flokkinum.

Vit eru samd um tær stóru avbjóðingarnar, sum standa fyri framman og vit eru samd um loysnirnar eisini.

Búskaparliga er neyðugt at finna eina haldføra langtíðarloysn, so almennu útreiðslurnar kunnu tálmast. Avbjóðingarnar eru stórar á millum annað almanna- og eldraøkinum, ikki minst við starvsfólktrotinum, og har skulu stórar avgerðir takast næstu tíðina. Loysnir skulu finnast á skattapolitiska økinum o.s.fr. Listin er drúgvur!

At flokkurin eisini er ein stjálvsstýrisflokkur, ger tað ikki verri ????

Nú er henda avgerð tikin. Restina sleppur veljarin at taka støðu til um nakrar vikur.