Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.10.2026 19:44

Bátahylurin á Oyrarbakka verður dagførdur og útbygdur

Mynd: Kjartan Madsen

Sunda kommuna

Fríggjadagin vórðu nýggju flótibrúgvarnar og aldubrótarin í bátahylinum á Oyrarbakka løgd út. Kjartan Madsen var og tók nakrar dronumyndir av arbeiðinum áðrenn flótibrúgvarnar vórðu lagdar út, og í góðveðrinum fyrrapartin í gjár, tá ið brúgvarnar lógu úti.

Arbeiðið at útbyggja og dagføra bátahylin á Oyrarbakka verður gjørt stigvíst. Í 2025 varð arbeiðið at flyta pirin í bátahylinum á Oyrarbakka longur út góðkent av Umhvørvisstovuni, boðið út av Brim Arkitektum og framt av IZ Lastbilum. LBF hevði eftirlitið við arbeiðinum. Fyrr í ár samtykti býráðið at keypa flótibrúgvar, sum vórðu framleiddar í Svøríki. 

Í sambandi við fyrireikandi arbeiðið hava Rókin og SJH Diving staðið fyri at tikið gomlu brúgvarnar, søkk og annað upp. Síðani hava Rókin, Streym Diving og arbeiðsfólk hjá kommununi lagt nýggj søkk, ketur og annað út. Fyritøkurnar Rókin og Kruse Lie hava staðið fyri fyrireikandi arbeiðinum uppi á landi. 

Í farnu viku vórðu nýggju bátabrúgvarnar og aldubrótari fraktað til Oyrarbakka av Faroe Ship, og fríggjadagin vórðu nýggju flótibrúgvarnar lagdar út og festar. Um áleið tvær vikur koma bátaarmarnir eftir ætlan, ið skulu samlast og monterast á flótibrúgvarnar. 

Síðani verður farið undir stigið við ljóssteyrum, streymveiting, ristum, asfaltering og øðrum.

Tá ið verkætlanin er liðug verður samlaða talið á bátaplássum í bátahylinum á Oyrarbakka út við tvífaldað. 

Myndir: Kjartan Madsen