Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
15.11.2022 13:58

Ungdómstiltøk á Bókadøgnum 

Mynd: NLH

Á ársins Bókadøgum verða ymisk ungdómstiltøk, sum viðgera bøkur og bøkmentir, ið er stílað til ungdómin í Føroyum.  

Bókadagarnar verða í Norðurlandahúsinum frá 16.-20.november, og í hesum døgunum er skipað fyri nógvum ymiskum bókementatiltøkum, har ung kunnu luttaka  

Tó eru tað nøkur tiltøk, ið viðgera ungdómsbókmentir. Ungu Føroyar skipa fyri triðmum tiltøkum við tveimum ymiskum rithøvundum. Bergljót á Skarði og Malena Weihe fara at viðgera leikritið hjá Marjun Syderbø Kjelnæs, Gentukamarið, sum hevur verið ógvuliga aktuelt, grunda Tjóðpallurin setti leikin upp. Gentukamarið verður ikki einasta bókin hjá Marjun Syderbø Kjelnæs, ið verður viðgjørd á Bókadøgum. Upplestur verður úr Karmageitin, ið er nýggja yrkingasavnið hjá Marjun, sum eisini hevur tí eyðkendu kvinnurøddina, ið rúmar bæði persónssøgu, ættarsøgu og heimssøgu.  

Ungu Føroyar hava eisini skipað fyri framløgu og uppleystri av nýggju ungdómsskaldsøguni eftir Danial Viðoy, Rangstøða, framhald av bók hansara Tvístøða.t 

Beinir Bergsson og Búi Rouch fara at lesa upp úr føroyskum verkum, sum viðgera samkyndleika. Upplestrarnir fevna seg um styttri brot úr ymiskum verkum og verða tekstirnir lisnir upp í tíðarrøð fyri at vísa, hvussu ymiskt hetta evnið lýst.  Byrjað verður við eldri tekstum so sum Ánaniasartátti og endað verður við Sólgarðinum 

Finn alla skránna og tilmelda teg til tiltøkini á nlh.fo