Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.04.2023 13:33

Ungdómshúsið í Sunda kommunu skal hava nýtt navn!

Mynd: Sunda kommuna

Sum flestu kunnugt, so er Ungdómshúsið í Sunda Kommunu fyri tíð síðan flutt í nýggj høli í skúlanum á Oyrarbakka.

Ungdómshúsið hevur iti Garnhúsið, tí hildi varð til í Garnhúsinum á Oyri. Av tí at tað nú er flutt, halda vit at tíðin er komin, at finna eitt nýtt og hóskandi navn til okkara Ungdómshús – Og hvør betur máti at gera júst hetta enn við eini navnakapping. 

Ynskiligt er at fáa eitt navn, sum fellur væl og sum møguliga samljóðar við virksemi og/ella staðseting á tilboðnum.

Møguleiki er at senda uppskot saman við eini frágreiðing, um hví tú hevur valt júst hetta navnið.

Freistin fyri uppskot er 10. mai. Gávukekkkur á 1.000 kr til vinnaran.

Send uppskot til garnhusid@gmail.com ella støkk inn á skrivstovuna hja Sunda Kommunu við einum brævbjálva.