Mynd: HUXA
Tíðindaskriv
Rói Johannesen tekur yvir sum formaður, inntil nýggj nevnd skal skipast í januar mánaða. Jessica Cazabon Celibashi er vorðin næstforkvinna, og Maria Müller nevndarlimur.
Huxa vil somuleiðis takka bæði Erlingi Mørkøre og Teiti Friduson Andreasen fyri ta tíð, ið teir vóru í nevndini. Erlingi sum formanni og Teiti sum nevndarlimi.
Vit í Huxa eru ikki í iva um, at Føroyar hava tørv á fólkaflokkinum. Vaksandi tølini av limum seinastu dagarnar eru sanniliga at gleðast um. Nú hyggja vit frameftir, savna okkum um flokkin og gleða okkum til valstríðið, ið er fyri framman, og somuleiðis til valið 8. Desember
Deil á Facebook