Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.02.2025 09:52

Tykisferð í Eiðis kirkju

Fólkakirkjan

Eiðis kirkja er nú løgd út á tykisferðir. Arbeiðið er umfatandi, men við hesum er knappur sættapartur skrásettur. Eyðkenda kirkjan, sum stendur vakurt á eiðinum, og sum tekur seg væl út av Norðhavinum, sæst nú eisini á skíggjanum.

Eiðis kirkja varð vígd og tikin í nýtslu hin 18. september 1881.

Ovast á síðuni ber til at trýsta á Tykisferðir. Í høgra bredda ber til at trýsta á “Menu”, og har sæst at seks kirkjur er tøkar: Christianskirkjan, gl. Gøtu kirkja, Sandavágs kirkja, Húsavíkar kirkja, Kvívikar kirkja og Eiðis kirkja.

Ætlandi verður Haldórsvíkar kirkja tøk um góða viku.

Ver vælkomin á gátt – eisini á tykisferð.